Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið KÍ vitjaði við Løkin í kvøld.
Klæmint A. Olsen legði NSÍ á odda í 56 minutti. Og tá stadionurið vísti 83 minuttir var heimaliðið NSÍ á odda 1-0, sum nógv bendi á, eisini fór at verða úrslitið. Men stutt eftir javnaði KÍ, tá ið Páll Klettskarð skeyt bóltin í málið, eftir at Kristian Joensen hevði hálvbjarga einum langskotið. NSÍ´arnir vóru sera ónøgdir við at dómarin, Kári á Høvdanum, ikki dømdi fyri frísparkið í uppspælinum til málið. Og fyri at gera ilt verri fyri heimaliðið, so fekk KÍ brotsspark langt inni í yvirtíðini, sum NSÍ´arnir als ikki vóru samdir í. Árni Fredriksberg skeyt bóltin sikkurt í málið, til endaliga úrslitið 1-2 til útiliðið.
Eftir dystin var nakað av rokið, tí at heimaliðið føldi seg snýtt fyri sigurin.
Myndir: Egin Tollaksson Kass
Deil á Facebook