NSÍ misti javnleikin á stokkinum, eftir at teir í kvøld høvdu stríðst seg upp á 2-2 javnleik stutt fyri tíð.
Tað var útiliðið, HB, sum legði seg á odda við málið frá Mikkel Dahl í 12 minutti, og síðani var tað Sammy Skytte sum økti til 2-0 í 55 minutti.
Í 83 minutti var tað Pætur Hentze, sum kveikti vónini hjá heimaliðnum, tá ið hann minkaði til munin til 1-2. Og longu minuttin eftir, var tað Petur Knudsen sum javnaði fyri heimaliðið til 2-2.
Og væntaðu nokk mong at soleiðis fyri tað eisini at enda. Men í yvirtíðini var tað Heðin Hansen, sum við langskotið, skeyt sigursmálið og harvið fór HB til Havnar við øllum 3 stigunum.
Myndir: Egin Tollaksson Kass
Deil á Facebook