Víkingur heldur fast um oddasessin við sigrinum á meistarunum úr Klaksvík.
Tað var nr. 1 móti nr. 3 á stigatalvuni, sum møttust í toppdystinum við Djúpumýru í dag.
Í 26 minutti var tað evnaríki vongurin, Olaf Bárðarson, sum legði útiliðið á odda eftir gott uppspæl í høgru síðu. Og í 69 minutti var tað miðverjin, og landsliðsleikarin, Arnbjørn Svensson, sum stútaði eitt frísparksinnlegg frá Poul Kallsberg í málið til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Eftir dystin fekk Víkingur steyp, eftirsum at tað var norðoyarstevna og stevnudystur.
Myndir: Egin Tollaksson Kass
Deil á Facebook