Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.04.2024 20:56

Myndir: ÍF – NSÍ 2-4

Mynd: Egin Tollaksson Kass (Eysturoyarportalurin)

Aleksandar Jovevic og Bartal Eliasen vóru fyrr í vikuni sendir til hús. Nýggjur maður við róðrið hjá ÍF í dag var Jóan Pauli Jacobsen, sum hevur havt høvuðsábyrgdina av ungdómsarbeiðnum í Fuglafirði.

ÍF tapti 2-4 móti gestunum í RunavíkÍ. Fyrst var tað Petur Knudsen, sum í 45 minutti, legði útiliðið á odda 1-0, við beinleiðis frísparkið . Uros Stojanov javnaði fyri fuglfirðingar í 53 minutti. Mórits Heini Mortensen legði gestirnar á odda 2-1 í 78 minutti, áðrenn Uros Stojanpv aftur javnaði til 2-2 í 81 minutti.

Síðstu minuttirnar (89 min) sjálvmál og síðani Petur Knudsen (90 min) tryggjaðu tó NSÍ ein 4-2 sigur.

Sí myndir sum Egin Tollaksson Kass tók fyri Eysturoyarportalin