Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2024 14:24

(Myndir) Børnini kannaðu sandbotnin á Oyrini í Norðragøtu

Mynd: Eysturoyarportalurin

Næmingar úr 5. flokki vóru í dag, saman við lærarar sínum, úti í ósanum uttanfyri Býráðshúsið í Norðragøtu, har tey sluppu at royna seg við “vatnkikara”.

Lærari teirra, Rebekka Jensen, sigur við Eysturoyarportalin, at hetta er eitt av fleiri tingum sum næmingarnir sleppa at royna í náttúrlærugreinini í skúlanum. Tað er umráðandi at børnini sleppa at uppliva náttúruna og alt ta sum hon hevur at bjóða, sigur hon.

Meðan genturnar í flokkinum royndu seg við kikara, vóru dreingirnir aðrastaðni og fiskaðu.

Myndir: Eysturoyarportalurin