Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2024 19:17

Myndir: Borg hevði reisigildið í dag

Rodmundur Nielsen er einsamallur eigari av P/f BORG (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Timburhandilin, Borg, sum er heildarveitari innan byggivinnuna, við deildum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn, hevði í dag reisigildið á Glyvrum, har nýggi høvuðsbyggningurin var reistur.

Fitt av fólkið var møtt upp í kuldanum, niðanfyri Heimistovubøin, har nógv var gjørt burturúr at hátíðarhalda dagin.

Stjórin Rodmund Nielsen, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um nýggja stóra byggningin á Glyvrum, sum eftir ætlan standa liðugur í mai komandi ár.

Borðreitt var við bæði heitari súpan og øðrum góðum undir góman. Eisini var pylsuvognum settur upp, samstundis sum stórt telt varð sett upp, har fólk kundu práta, fáa hita í kroppin og okkurt at eta.

Inni í teltinum undirhelt Jens Marni Hansen við tónleiki. Og at enda var tað so arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, sum greiddi frá um hvussu byggningurin einaferð fór at síggja út tá ið hann fór at standa liðugur komandi ár.

Myndir: Eysturoyarportalurin