Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.10.2026 13:36

Konsert í Funnings kirkju leygardagin

Leygardagin 17. oktober kl. 16.00 verður høvi at hoyra Eyða Horsdal saman við vælspælandi bólki afturat sær í Funnings kirkju.

Eyði og bólkurin fyrireika spennandi heildarútgávu við egnum tilfari. Talan er um nýggjar sangir á føroyskum í fólksligum sangbærum stíli.

Eyði hevur eyðmerkt seg við einum løttum melodiskum tóna og jarðbundnum sansaligum tekstum. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, eins og teir rúma dýpd og álvarsemi. Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga konsert.

Tónleikarar eru:

● Eyði Horsdal – sang, guitar og klaver
● Kristian Pauli Ellefsen – orgul og harmoniku
● Arnold Ludvig – bass og guitar
● Kristian Blak – klaver
● Albert Karch – trummur og orgul (POL)

Konsertin er ókeypis og partur av Økistónum.