Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2025 13:10

(Myndir) A-landsliðsúttøka: Sól og góður hýrur

Gott lag í FSF-húsinum í morgun (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Sólin skein og hýrurin var góður á fólki í FSF-húsinum áðrenn tíðindafundin hjá Fótbóltssambandinum.

Tað man hava verið sjálvdan, um nakrantíð, at ein tíðindafundur hjá A-landsliðnum hjá monnum hevur verið hildin í einum so góðum og løttum tóna sum í morgun.

Stóru tíðindini á leikarasíðuni vóra annars, at 32 ára gamli Árni Frederiksberg er aftur at síggja á A-landsliðnum, eftir næstan 6 ár uttanfyri.

Seinasti A-landsdystur hjá Árna Fredriksberg var móti Norra á útivølli 15. november í 2019, sum eisini var seinasti ferð Lars Olsen stóð við róðrið.

Og um lagið ikki var gott áðrenn hesi tíðindi, so gjørdist tað uppaftur betur, tá ið, serliga hjálparvenjarin Atli Gregersen, hevði sínar eyðkendu og spísku viðmerkingar, til bæði høvuðsvenjaran og tey uppmøttu fólkini í FSF húsinum.

Eisini, nýklakti “føroyingurin” Géza Dávid Turi, sum hevur skift ljósabláu troyggjuna hjá Víkingi út við Grimsby Town, er at síggja fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum.

Nakrir av teimum meira royndu leikarunum, sum hava verið við nógvu seinastu árini, vóru ikki at síggja í leikarahópinum hesuferð, sum t.d. Sølvi Vatnhamar, Klæmint A. Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Meðan Jóannes Bjartalíð hevði givið avboð vegna skaða.

Annars sær hópurin sum skal spæla HM undankappingardystirnar móti Kekkia og Montenegro soleiðis út:

Málmenn:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Mattihas H. Lamhauge, FC Fredericia

Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur

Verjuleikarar

Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)

Odmar Færø, KÍ

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

Arnbjørn Svensson, Víkingur

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)

Viljormur Davidsen, HB

Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar

Árni Frederiksberg, KÍ

Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)

Hallur Hansson, KÍ

Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík

René Shaki Joensen, KÍ

Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)

Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold, (Danmark)

Noah Hans Mneney, HB

Poul Kallsberg, Víkingur

Áleyparar

Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ

Petur Knudsen, NSÍ

Leygardagin 22. mars klokkan 19:45 spæla Kekkia og Føroyar í Kralove í Kekkia, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 25. mars, eisini klokkan 19:45, tekur Montenegro ímóti á Gradski Stadion í Niksic í Montenegro.

Myndir: Eysturoyarportalurin