Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.03.2025 22:49

(Myndir) 32-32: Søtur javnleikur við Tjarnir

Mynd: Eysturoyarportalurin/ Egin videography

Hondbóltslandsliðið hjá monnum fekk í kvøld ein góðan javnleik móti Niðurlondum í nýggju stórslignu stórhøllini við Tjarnir.

Endaliga úrslitið gjørdist 32-32, eftir hálvleiksstøðuna 18-14 til Føroyar.

Tá ið tað restaðu bert fá sekund av dystinum, vóru Niðurlond frammanfyri 31-32, men í evstu løtu eydnaðist tað Leivi Mortensen at javna fyri Føroyar og harvið tryggja javnleikin, í einari fullari kókandi stórhøll.

Føroyar spæla aftur móti Niðurlondum, hesuferð á útivølli í Topsportcentrum í Almere, sunnudagin kl. 14.00 føroyska tíð.

Myndir: Egin videography/Eysturoyarportalurin