Mynd: Sjóvar kommuna
Hósdagin 1. desember 2022 var árliga jólakonsertin hjá Stranda musikkskúla. Vanligt er at konsertin er í fimleikarhøll skúlans, men hesuferð var avgjørt at halda konsertina í forhøllini – eisini kallað Borgin. Forhøllin er nýumvæld, er hugnalig og sera væl eydnað til tiltøk av hesum slagi.
Ásbjørn Berthelsen, nýggjur leiðari í Stranda musikkskúla, bjóðaði vælkomin og leiddi konsertina.
Á skránni var guitartónleikur, trummuleikur, hornblástur, floytuspæl, klarinettspæl og klaverspæl.
Næmingarnir vístu seg frá síni bestu síðu og góvu okkum áhoyrarum eina sera góða konsertuppliving.
Stuttligt at hoyra bæði næmingar, sum hava spælt leingi – men eisini hvussu væl tey duga, sum enn bara hava spælt í heilt stutta tíð
Tað krevur dirvi at spæla konsert fyri fyrstu ferð, og tí var sera stuttligt at síggja so nógv spæla sína fyrstu konsert.
Vónandi fara vit at hoyra nógv til hesi ungu, sum hvørja viku møta trúliga upp hjá sínum musikkskúlalærara til undirvísing.
Deil á Facebook