Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.01.2024 10:41

Møta Albania og Malta í februar

Tveir venjingardystir eru á skránni, tá kvinnulandsliðið í februar mánað fer á venjingarlegu í Malta - Mynd: Bjarni Enghamar

Fótbóltssamband Føroya

Tveir venjingardystir eru á skránni, tá kvinnulandsliðið fer á venjingarlegu í Malta um ein mánað.

Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í komandi EM-undankapping, sum eru á skránni í vár og í summar, fer A-landsliðið við kvinnum á venjingarlegu í Malta frá 19. til 27. februar.

Og umframt venjingar, skulu føroysku kvinnurnar eisini spæla tveir venjingardystir á ferðini. Tann fyrri verður móti Malta mikudagin 22. februar, meðan seinni venjingardysturin verður móti Albania leygardagin 25. februar.

Báðar dagarnar er avspark klokkan 17:00.

Hvørji mótstøðulondini verða í EM-undankappingini, verður avgjørt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.