Víkingur
Tað er við blandaðum kenslum, at vit kunngerða at Mona Rasmusdóttir skiftir til FC Thy – Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark.
Um skiftið sigur Mona, at hon hevði brúk fyri at royna okkurt nýtt og annaleiðis í tí annars vanliga gerandisdegnum, og tá møguleikin um at skifta til Thisted kom, valdi hon at taka av møguleikanum.
– Umstøðurnar og liðandin í Thisted er sera góður, og eg haldi at hetta er tað rætta staði fyri meg, at menna meg bæði sum fótbóltsspælara, men eisini persónliga. Eg eri sera spent uppá hesa nýggju avbjóðingina og málið er sjálvandi at fáa so nógvir minuttir sum møguligt á besta liðnum hjá teimum.
Tað er sjálvsagt ein stórur missur hjá okkum, at missa enn ein landsliðsleikara til eitt lið í útlandinum, men vit eru eisini stolt av at kunna menna fótbóltsleikarar, sum fara víðari út í heim at royna seg.
Vìkingur ynskir Monu til lukku við skiftinum, og vit gleða okkum at fylgja við hennara fótbóltsævintýri uttanlanda.
Sigast skal, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um hon vendir nøsina heimaftur til Føroyar einaferð í framtíðini.