Håkan Ericson tók í morgun landsliðshópin út til komandi tveir dystirnar móti Armenia og Letlandi sum skulu ávíkavist leikast hósdagin 10. oktober og 13. oktober á Tórsvølli.
Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð og Hannes Agnarsson eru aftur á A-landsliðnum eftir at teir ikki vóru við í Letlandi.
Eitt pláss stendur opið og bíðar eftir Brandi Hendriksson Olsen, sum er byrjaður at venja við fullari ferð í Fredrikstad og verður møguliga úttikin seinni.
Tað hevur verið nógv prát í miðilinum seinastu dagarnar, at starvið hjá landsliðsvenjarinum nú er byrja at hanga í klønum tráð eftir serliga vánalia úrslitið móti Letlandi seinast. Sum skilst, so eru ikki full semja í FSF um hetta. Tí er sannlíkt, at komandi tveir dystirnir á Tórsvølli koma at verða avgerðandi, um Håkan Ericson sleppur at halda áfram ella um nýggjur landsliðsvenjari skal finnast.
Hópurin:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Lamhauge, FC Fredericia
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík