Mynd: Noah Mneney hevur skorað (Jærbladet)
Fyrrverandi Víkingaleikarin og miðvallarkempan, Noah Mneney, fekk í dag sítt fyrsta mál fyri nýggja felag sítt, Bryne FK. Bryne FK spælur í norsku næstbestu deildini, eisini kallað OBOS-liga.
Støðan var 2-0 til heimaliðið Sogndal í steðginum. Til seinna hálvleik avgjørdi venjarin hjá Bryne FK, at seta Noah Mneney inn á vøllin. Og tað skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð. Tí í 76 minutti var tað hann sum minkaði um munin til 2-1, meðan í 88 minutti var tað liðfelagin hjá honum, Abel Stensrud, sum javnaði til endaliga úrslitið 2-2.
Fyrr í dag tapti Mjøndalen og Meinhard E. Olsen ímóti fyrrverandi liðið sínum Kristiansund BK. Úrslitið gjørdist 3-1 til útiliðið Kristiansund BK.
Bryne FK og Noah Mneney liggja í løtuni á 8.plássi, meðan liðið hjá Meinhard E. Olsen liggur á 16. plássi og aftast í OBOS deildini.
