Mynd: Trúboðin
Sambært Hjalmari Hansen, formanni fyri missiónshúsið í Rituvík, so eru góðar vónir um at fáa arbeiðið liðugt komandi mánaðirnar, so húsið kann vígast 29. januar 2023. Alt verður ikki liðugt til vígsluna, men tey neyðugastu tingini skuldu gjarna verði liðug. Hetta sigur hann við Trúboðan.
Víðari sigur hann, at húsið hevur eina millión í láni, og ætlaninn er ikki at hækka lánið. Nærum alt arbeiðið verður gjørt av sjálvbodnum, so har eru nógvir pengar at spara og so verður roynt á ymiskan hátt at savna pening inn. Síðsti basarurin gav 146.000 kr. sum hann takkaði fyri.
Hjalmar sigur eisini, at hóast húsið er nýtt, so eru stólarnir gamlir. Teir kunnu væl brúkast, men hugaligt hevði verið við nýggjum og betri stólum, men teir kosta uml. 100.000 krónur.
Ljós og ljóðanleggið verður gott, tí umráðandi er at fólk hoyra. Lyfta skal vera millum hæddirnar, men hon verður ikki keypt enn. Hon kostar uml. 200.000. krónur. Uttanfyri er eisini ávíst arbeiði eftir at gera.