Mynd: Bryne FK
Nakrir dystir í OBOS-ligaen, næstbesta deildini í Norra, vóru leiktir í gjár.
Meinhard E. Olsen byrjaði inni fyri Mjøndalen IF leikti javnleik 2-2 ímóti KFUM Oslo á heimavøllinum Consto Arena. Tíðanverri fyri Meinhard, so var hann noyddur at biða um at verða útskiftur longu aftaná 11 minuttir, við einum skaða.
Noah Mneney var við frá byrjan og leikti allan dystin, tá lið hansara Bryne FK tapti 1-3 ímóti Kristiansund BK á útivølli á Nordmøre stadion.
Komandi leygardag tann 13. mai bresta nemliga hesi bæði liðini – Bryne FK og Mjøndalen IF, saman á Bryne stadion.
