Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2023 10:53

Mikudagur á Útivikuni 2023 -Sjóvar kommuna

Mynd: Sjóvar kommuna

Í dag, mikudagin 24. mai, er sera nógv á skránni á Útivikuni. Í morgun er nógvur vindur, men forsøgnin sigur at vindurin minkar spakuliga út á dagin.

Venjingin fyri pensionistar verður flutt inn í bygdahúsið, um veðrið ikki er til vildar kl. 10:45.

Legg til merkis, at vit hava lækka aldursmarkið til fótbóltin fyri kvinnur kl. 20, úr 25 árum niður í 18 ár.

Skráin fyri Mikudagin 24. mai:

Kl. 10:45: Venjing fyri pensionistar (67+) á vøllinum við bygdahúsið
Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
Øll eru vælkomin – eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.

Kl. 17:00-20:00: Málningaframsýning við Anfríð Djurhuus á kommunuskrivstovuni
Flottu málningarnir hjá Anfríð hava prýtt nýumvældu kommunuskrivstovuna seinastu tíðina. Á útivikuni verður møguligt at síggja málningaframsýningina og práta við listakvinnuna.

Kl. 18:00: Skála ítróttarfelag skipar fyri brotssparkskappingum á vøllinum við bygdahúsið
Býtt verður í aldursbólkar, og vinnararnir fáa steyp.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Fótbóltur fyri kvinnur á vøllinum við bygdahúsið
Allar kvinnur, royndar sum óroyndar, er vælkomnar til fótbóltsspæl – býtt verður í lið og síðan spæla vit dyst/dystir.
Aldursmark: 18 ár og eldri