Í vikuni kemur verjuleikarin Hassou Diaby til Føroya.
23 ára gamli miðverjin skal eftir ætlan byrja at royndarvenja við NSÍ leygardagin. Hvussu leingi hann skal royndarvenja er ikki avgjørt enn.
Hassle Diaby er upprunaliga úr Senegal, men hevur spanskan statsborgaraskap. Hann hevur seinasta leikt við SD Ejea, sum húsast í sponsku 4 deild.
NSÍ skal eftir ætlan spæla ársins fyrsta venjingardyst leygardagin 18. januar.