NsÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Michal gulur í 2025!
Polski leikarin, ið júst hevur fingið føroyskt pass, hevur í kvøld skrivað undir ein eitt ára sáttmála við NSÍ. Michal lekti við NSÍ árini frá 2013 til 2015, áðrenn hann fyrst fór til B68 og síðani Skála. Í 2018 var Michal í Póllandi og leikti við Widzew Łódź, har hann slapp at royna seg sum fulltíðar leikara. B36 fekk hann heim aftur á klettarnar, og hevur hann síðani seinnu helvt av 2018 umboðað havnaliðini bæði, HB og B36.
Við í viðførinum til NSÍ hevur álopskendi miðvallarin heilar 191 dystir og heili 55 mál í Betri deildini (faroesoccer.com).
NSÍ ynskir Michal Przybylski hjartaliga vælkomnan aftur til felagið.
Deil á Facebook