Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2024 07:59

Meting fyri viku 5, 2024

Fiskamarknaður Føroya

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip kemur at landa mánadagin. Hitt liggur við bryggju. Tvey frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður brúkiligur, men veðri verður ikki av tí besta, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma vantandi tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríð er misjavnt. Helst fara nøkur pør út tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.