Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.12.2024 11:40

Meting fyri viku 51, 2024

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landa mánadagin.  10 frystilínuskip eru við Føroyar. Vantandi koma øll inn í vikuni. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolarir fiskar svartkalva.