Fiskamarknaður Føroya
Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein ísfiskabátur landar mánadagin, fiska við Ísland. Eitt frystilínuskip er við Ísland, trý eru á Flemish Kap og tvey eru ávegis til Flemish Kap. Tvey eru við Føroyar.
Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni. Veðri verður hampuligt, so vit vanta nakað av útróðið.
Djúpvatnstrolarar. Ein fer á Íslandsryggin og landar vantandi fyrst í aðru viku. Tveir fiska svartkalva. Báðir landa í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk.
