Í gjár vóru fólk frá Firum, fyrr Fiskaaling, og gjørdu kanningar og merktu síl í Eiðisá, í Norðragøtu.
Hetta er ein liður í somu kanning, sum var byrja uppá í fjør (les: Fiskaaling merkt síl í ánni í Norðragøtu)
Hetta er eisini ein partur í Sjósílaverkætlanin, sum hevur til endamáls at kanna nær ið sjósíl ferðast á sjógv, umframt at kanna um lýs frá alingini ávirka tíðina ið síl eru á sjónum.
Í fjør var so fyrstu ferð at Firum merkti síl.
Kirstin Eliasen hjá Firum, sigur við Eysturoyarportalin, at alt gekk uppá stás í gjár.
Tilsamans vóru savnað 180 síl ið vórðu vigaði, longdarmátaði og nakrar roðslur (til aldursgreiningar) tiknar av. Øll síl minni enn 10 cm var einki gjørt við. Av teimum 180 sílunum, høvdu 34 síl longu merkið frá í fjør, og tískil vórðu 146 síl merkt í gjár.
Størsta sílið sum var fingið í gjár, vigaði 265 g og var 30 cm langt.
Annars sigur Kirstin Eliasen, at nú byrjar tann spennandi tíðin har antennurnar, sum vóru settar upp seint í fjør, væntandi fara at skráseta fleiri ymisk síl.
Firum hevði ein fellu standandi í Sandá í nøkur ár, og har byrjaði ferðingin á sjógv av álvara í apríl/mai, og síggja vit eisini longu nú eitt økt tal av skrásetingum í ánni í Norðagøtu, sigur hon.
Á myndini niðanfyri sæst, at títtleikin av sílum er øktur munandi í apríl samanborið við undanfarnu mánaðirnar, og síggjast nú eisini fleiri skrásetingar har sílini ferðast heilt skjótt fram við antennurnar og fara á sjógv, t.d. tað brún, reyð og lilla litta. Hinvegin eru onnur síl ið sýnast at himprast við at fara á sjógv, og venda við tá ið tey nærkast sjónum, sum t.d. tað grøna og tað gula, ið fyrst vórðu skrásett av ovaru antennuni, síðani ta niðaru, og so aftur av ovaru antennuna.

Tað liggja tvær antennunum í ánni sum skráseta sílini. Ein tætt niðri við ósan og ein antenna nakað longri uppi í ánni.
Av tí at summi síl støðugt liggja hjá aðrari av antennunum, og tí støðugt verða skrásettar, eru bert tey sílini ið eru skrásett av báðum antennunum við á myndini. Hvørt síl hevur sín egna lit, og er skrásetingin omanfyri myrku linjuna, er tað ovara antennan ið hevur skrásett sílið. Er skrásetingin niðanfyri myrku linjuna, er tað hinvegin niðara antennan ið hevur skrásett sílið. Av tí at niðara antennan liggur so nær sjónum sum møguligt, gevur hon ábending um ferðing í samband við sjógv, meðan ovara antennan sigur okkum hvørt sílini ferðast oman á sjógv ella niðan úr sjónum.


