Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2023 21:24

Fiskaaling merkt síl í ánni í Norðragøtu

Myndir: Fiskaaling í Norðragøtu í dag

Fiskaaling hevur í dag verið í ánni í Norðragøtu (Eiðisá) og merkt síl. Hetta váttar Kirstin Eliasen frá Fiskaaling fyri Eysturoyarportalinum.

Hon sigur víðari, at hetta er liður í Sjósílaverkætlanini ið Fiskaaling hevur arbeitt við síðani 2019, og sum Havbúnaðarfelagið fíggjar. Í dag var tó fyrstu fer at Fiskaaling hevur merkt síl. Endamálið við hesum er at kanna nær ið sjósíl ferðast á sjógv, umframt at kanna um lýs frá alingini ávirka tíðina ið síl eru á sjónum.

Við okkum í dag vóru Jón í Haraldsstovu og Óli Petersen frá Sílaveiðufelagnum. Sílaveiðufelagið eigur tól at elektrofiska við, og lærdu teir í dag fólk frá Fiskaaling at nýta hetta tólið. 

Við elektrofisking ber til at fáa fatur á sílum. Tá ið sílini eru fingin, verða tey doyvd, vigað, longdarmátað, roðsla tikin til aldursgreiningar, og at enda merkt við PIT (passive integrated transponder) merkjum. Tá ið sílini eru vaknaði aftur, verða tey slept.

Tvær antennuskipanir fara at liggja tvørturum ánna, nærhendis ósanum. Tá ið merkt síl svimja framvið skipanini, skrásetur hon júst hvat síl tað er ið nú er farið á sjógv, ella um tað er eitt síl ið er komið aftur til ánna.

Okkum kunnugt er hetta fyrsta verkætlan av hesum slag ið verður framd í Føroyum, og fer hon at veita bæði nýggja, og fyri føroyska sílastovnin, týdningarmikla vitan.

Næstu dagarnar fara vit aftur í ánna at merkja síl.