Mynd: Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin til setanina, sum verður í Gulu Smiðju.
Hóast Rynkurnar júst hava avlýst súkklutúrin orsakað av kulda og nógvum vindi, so eru dyrnar opnar í heita og fjálga smiðjubygninginum í Saltangará har setanin verður sunnudagin 23. apríl kl. 14:00.
Til høvið verður súpan, kaffi og okkurt gott afturvið. Um tær dámar klassiskan- ella spælimanstónleik, harðan Rock, svingandi jass-popp ella okkurt mitt ímillum, so er laga manni at leggja leiðina framvið, tí skráin er fjølbroytt, larmandi, svingandi og yndislig.
Skráin er hendan
kl. 14:00 Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, setir mentanarvikuna
Kl. 14:15 Musikkskúlanæmingar
kl. 14:30 SWAY
kl. 14.50 Rynkurnar taka ímóti stuðlinum
Kl. 15:00 Áron
Kl. 15:15 Spælimennirnir í Nólsoy
Aftaná setanina av Mentanarvikuni verður sett hol á alskyns áhugaverd tiltøk í ymsu bygdunum í kommununi.
