Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.04.2023 14:51

Mentanarvika í Runavík

Mynd: Mentarnarvika í Runavík

Frá sunnudegnum 23. apríl til sunudagin 30. apríl er Mentanarvika í Runavík.

Mentanarvikan er eitt afturvendandi tiltak, har Runavíkar kommuna fer at seta ljós á hvat kommunan inniheldur, alt frá mentan, tónleiki, list og ítrótti. Ein rúgvulsmikil skrá, við alsins tiltøkum og framførðslum, sum eru á skránni.

Runavíkar kommuna stendur av heili 15 bygdum og spennir tí sera víða.

Lagt verður til brots sunnudagin kl 13.20, tá renning verður á skránni, har runnið verður frá Niðri á Støð í Lamba og út til Gulu Smiðju í Saltangará. Og Mentanarvikan endar tann 30. apríl, í Dansistovuni, har Steintór, Pætur og Asta framføra.

Øll skráin til Mentanarvikuna kann síggjast her: https://visitrunavik.fo/wp-content/uploads/2023/04/Mentanarvikan_2023_singulp.pdf?fbclid=IwAR3ZoL85H6_df5O3S95ajdESQxx3diiFEOreG0OH0E3r7p_sa5EECIi14CE