Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2026 14:49

Mentanarnevndin á kunningarferð í Norðurnoregi

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Mentanarnevndin hevur í døgunum 13.–18. september verið á kunningarferð í Tromsø og Karasjok í Norðurnoregi. Endamálið við ferðini var at nema sær vitan í útbúgvingar-, menta-, miðla- og kirkjumálum og at kunna seg um viðurskifti, sum eru viðkomandi bæði fyri virksemið hjá nevndini og fyri Føroyar sum heild.

Eitt høvuðsevni á ferðini var skiftið, sum landsluturin Troms og Tromsø kommuna hava gjørt frá at vera eitt siðbundið fiski- og tilfeingisvinnusamfelag til eisini at vera ein miðdepil fyri hægri útbúgvingar. Universitetið í Tromsø, UiT, hevur havt ein týðandi leiklut í hesi menning.

Á UiT fekk nevndin kunning um universitetið og leiklut tess í menningini av landslutinum. Tá universitetið byrjaði undirvísing fyri stívliga 50 árum síðani, vóru umleið 420 lesandi. Í dag hevur UiT umleið 17.000 lesandi á fleiri støðum í Norðurnoregi. Eisini varð greitt frá sámagransking og granskingarverkætlanini Polhavet 2050. Nevndin hevði harumframt fund við Samskipnaden, sum m.a. veitir lesandi lestrarbústaðir og aðrar vælferðartænastur. Í sambandi við vitjanina var nevndin eisini til fyrilestur hjá norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide, um støðuna í norðurøkjunum og teirra vaksandi strategiska týdning fyri Noreg í eini broyttari geopolitiskari støðu.

Mynd: Á myndini sæst nevndin saman við Jonas Stein, vararektara á UiT, Lars Buseth, ráðgeva, og Bodil Bluhm, professara

Nevndin hevði fund við borgarstjóran í Tromsø, Gunnar Wilhelmsen, og við fylkisborgarstjóran í Troms, Benjamin Furuly. Á fundunum varð millum annað greitt frá menningini í Tromsø og Troms og teimum avbjóðingum, sum økið stendur fyri, eitt nú í sambandi við demografisku gongdina, bústaðarviðurskifti og tørvin á skikkaðari arbeiðsmegi.

Skúlamál vóru eisini partur av skránni. Nevndin vitjaði Kongsbakken videregående skole og Mortensnes skole og fekk kunning um miðnáms- og fólkaskúlan í Tromsø.

Á mentanarøkinum vitjaði nevndin Polarmuseet og Ishavskatedralen. Nevndin vitjaði eisini Tvibit Ungdomshus, har hon fekk kunning um arbeiðið við Tromsø sum europeiskum ungdómshøvuðsstaði.

Úr Tromsø til Karasjok

Seinni gekk leiðin til Karasjok, sum er ein týðandi miðdepil fyri sámamál og -mentan. Har hevði nevndin fund við borgarstjóran, Kjell Olav Guttorm, og vitjaði Sámediggi, t.e. Sámatingið. Í Sámediggi fekk nevndin kunning um skipanina og arbeiðið hjá tinginum og um støðuna hjá sámiska málinum og sámamentanini. Eisini varð greitt frá, hvussu arbeitt verður fyri at varðveita og menna sámiska málið, sámamentanina og tað siðbundna sámasamfelagið.

Nevndin vitjaði eisini NRK Sápmi og fekk kunning um virksemið hjá kringvarpinum og um týdningin, sum miðlatilboð á sámiskum hava fyri málið og sámasamfelagið.

Í Karasjok vitjaði nevndin eisini Karasjok kirkju og fekk kunning um kirkjuna og hennara søgu.

Spjaldur