Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2024 14:19

Mentanardagar 2024

Grein

Mentanardagar vóru í Fuglafirði um vikuskifti, og nú nakrir dagar eru gingnir, og øll intrykkini líkasum hava fingið loyvi at sodna eitt sindur, má eg bara sanna, at tað var gott. Mann er sera glaður og kanska eisini eitt lítið sindur errin bæði sum fuglfirðingur, men eisini glaður sum formaður í Mentamálanevndini í býráðnum, at tað skal bera til, og at vit her í bygdini standa so væl saman um hesa mentanarligu hending. Tí tað er tað í roynd og veru í ovurmát.

Eg má bara siga takk til øll, sum góvu sítt íkast til hetta tiltak, sum nú longu hevur verið afturvendandi í mong ár. Ikki minst takk til mentanartoymið hjá kommununi og øll hini arbeiðsfólkini, sum stríddust fyri at alt skuldi eydnast so væl sum gjørligt. 

Tað er so stuttligt at síggja hvussu einstaklingar í bygdini á so mongum økjum saman við  feløgum, felagskapum, vinnu og kommunu standa saman og á tann hátt skapa nakað heilt serligt. Takk fyri øll somul! Hatta er gull vert.

Og her var so ómetaliga nógv á einum høgum støði, ein kundi fara til og uppliva. Og vandin er sjálvandi, at tá ið mann fer at nevna nakað, fer okkurt burturímillum. Men her var so nógv til allar aldursbólkar – og børnini vóru sanniliga ikki gloymd. Her vóru listaframsýningar á høgum støði umframt aðrar framsýningar, tónleikur bæði klassiskur og rútmiskur á ikki minni høgum støði á fleiri støðum – bæði úti og inni, fyrilestrar, matmarknaður, fleiri matstøð og so skrúgongan hjá skúlanum – hana má eg nevna, har so at siga øll børnini og lærararnir í ymiskum búnum frá sangleikum luttóku saman við ellisakførum – tað var bæði flott og festligt.

Eg minnist meg ikki at hava sæð so nógv fólk savnað í Fuglafirði áður. Og á ein ella annan hátt er tað so lívgevandi og deiligt, tá fólk eru saman um nakað gott. Menniskju elska jú at vera saman. 

Og so hugsi eg um øll brosini, eg sá. Tað gevur lív. 

Takk fyri nakrar sera góðar dagar. Í Fuglafirði er sanniliga gott at vera. 🙂

Eyðun á Lakjuni