Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2022 15:18

(Mentan) Um hvussu søguliga Tinggøtan á Selatrað kom framaftur

Hugleiðing frá Andrass Jacobsen

Myndir: Andrass Jacobsen

Eg rokni mína ætt frá prestagarðinum á Nesi og Sjóarbóndanum í Kollafirði og haðani til Selatraðar og úr Lamba til Selatraðar. Soleiðis havi eg skyldfólk so at siga í hvørjum húsi á Selatrað.

Forfedrar mínir í báðar ættir vóru bóndur. Eg havi tí fingið landbúnað inn við móðurmjólkini.

Árini 2011 – 2015 hjálpti eg táverandi festara á Selatrað og fall beinanvegin væl til í bygdini. Eg kom at kenna ætt mína í bygdini og fekk nógv at vita um bygdasøguna, serliga gjørdist eg áhugaður í at fáa Tinggøtuna, sum lá fjald undir vøllinum, framaftur.

Tinggøtan var nógv brúkt, tá eingin vegur var til bygdina. Men tá bilarnir komu, var hon ikki brúkt meira og fall við tíðini í órøkt.

Meðan eg búði á Selatrað, hugsaði eg nógv um gøtuna og um, at tað hevði verið áhugavert at fingið hana fram aftur í ljósið.

Í 2015 gavst eg á Selatrað og flutti til Skálar, men tankanir um gøtuna komu framvegis ferð eftir ferð fram fyri meg.

Á Skála frætti eg um Sjóvar fornminnisfelag, Eg meldaði meg í felagið og kom har at kenna ágrýtin og eldhugað fólk. Tey tóku undir við mínum áhuga og ynski at fáa grivið Tinggøtuna á Selatrað framaftur og setta í sama stand, sum hon upprunaliga hevði verið í. Sjóvar kommuna var eisini við upp á ætlanina og hjálpti væl til.

Eg boðaði felagnum frá, at um tey ikki høvdu fólk at gera arbeiðið, kundi eg átaka mær tað, men tað mátti vera í samstarvi við onkran, sum kendi til gøtuna fyri at fáa hana júst har, sum hon hevði verið. Eg fekk Johan Karl Djurhuus skyldmannin at hjálpa mær, og hugaligt var at vera tveir um arbeiðið

Vit byrjaðu niðan frá víkini niðan til kirkjuna. Tað arbeiðið gekk hampiliga skjótt. Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu er frásøgn, sum greiðir frá, at í septembur 2018 er skjøtil settur á at umvæla gomlu Tinggøtuna.

Hetta var ólønt, sjálvboðið arbeiði, gjørt av áhuga fyri hesum fornminni.

Síðani arbeiðið at fáa Tinggøtuna aftur til heiður og æru var liðugt, havi eg á hvørjum ári verið á Selatrað og hildið gøtuna viðlíka. Tá ein býr so nær við, helt eg tað vera so upplagt, at eg kundi taka mær av viðlíkahaldinum. Tað er gott at koma út og hava okkurt smávegis arbeiði.

Har er so friðaligt, og ein kann hoyra fuglin láta og fáa fríska luft, meðan hampað verður um fyri ókrút. Tað er sum at koma í annan heim. Eg eri fleiri ferðir um summarið har og kanni eftir, um alt er nóg gott og fái samstundis eitt gott prát við bygdafólkið.

Tað hevur eydnast higartil at hildið Tinggøtuna reina fyri ókrúti og øðrum. Men tað sæst, hvussu skjótt grasið tekur yvir. Um einki verður gjørt, er gøtan burtur eftir tveimum árum.

So leingi eg havi koyrikortið, vil eg gjarna halda gøtuna viðlíka. Og er orkan til tað, og eg kann skipa fyri og eigi arbeiðið sjálvur, so gongur tað.

Tað er mær ein stór gleði at koma til Selatraðar og vera har 2 til 3 tímar um dagin triðja hvønn dag, ella tá ein løta er til tað um summarið. Eg vil helst hava gøtuna at vera vetrarklára, so einki ókrút er á henni. Hon skal síggja út sum nýgjørd eisini til veturin.

Eg kann skoyta uppí, at tá jarðarferðir og annað er í kirkjuni, er gøtan komin til sín rætt aftur, tí nú kunnu fólk seta bilarnar niðri á víkini og ganga eftir gøtuni niðan í kirkjuna.

Eg haldi, at fólkið á Selatrað fegnast um arbeiðið, sum er gjørt og um, at tey aftur kunnu brúka hesa gomlu gøtuna. Samstundis eri eg vorðin ein litil bygdamynd á Selatrað.

Til síðst vil eg siga sum Sólvit Simonsen á Sandi, sum segði, at Sandsbygd var eitt paradís. Eg sigi tað sama um Selatrað.

Andrass Jacobsen