Mynd: Mjøndalen IF
Í gjár var leikt í OBOS-liga, næstbesta deildin, í Norra.
Mjøndalan IF sum hevur Meinhard E. Olsen í hópinum, vann 3-2 á FK Jerv og harvið eisini sín fyrsta dyst í ár í landskappingini. Meinhard leikti allan dystin á vinstra vongi.
Noah Mneney og Bryne FK leiktu javnleik 0-0 ímóti Fredriksstad FK, sum hevur Mikkjal Thomasen við róðrið og Jóannes Bjartalíð í hópinum. Noah leikti allan dystin á verjukenda miðvøllinum.
Komandi leygardag vitjar Bryne FK í Kristiansund BK, meðan Mjøndalen IF tekur ímóti KFUM Oslo.
