Eysturoyarportalurin skilir, at runavíkingurin og A-landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen, er ávegis til danskan fótbólt.
Meinhard, er sáttmálaleysur í løtuni, eftir at sáttmálin við norska felagið Mjøndalen IF gekk út, og hevur m.a. verið settur í samband við bæði NSÍ og KÍ í seinastuni.
Men sum skilst, so er nógv sum bendir á, at hann nú er nær við at skriva undir við Kolding IF, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.
Væntandi verður ein sáttmáli undirskrivaður seinni í hesi vikuni.
Runavíkingurin hevur áður umboða feløguni; NSÍ, Vendsyssel FF (Danmark), B36, Kristiansund BK (Norra), GAIS (Svøríki), Bryne IL (Norra) og seinast Mjøndalen IF (Norra).
Kolding IF liggur í løtuni nummar 7 í NordicBet Liga.