Seint í gjárskvøldið fekk MRCC eini boð um, at ein sjómaður hevði fingið skaða umborð á einum útlendskum fiskiskipið og hevði brúk fyri at koma undir læknahond.
Skipið var tá statt eystanfyri Føroyar.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic varð send avstað og fleyg sjómannin á landssjúkrahúsið, har hon var kl. 02.20 í nátt.