Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.01.2023 10:31

Matr. no. 314, Skála bygd – Runavíkar kommuna

Mynd: Runavikar kommuna

Runavíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni viðvíkjandi matr. no. 314 á Skála.

“Í fleiri ár hevur samskifti verið millum Losjuna Vitin á Skála og Runavíkar kommunu um losjubygningin og matr. no. 314, Skála bygd. Umvegis nógvar snaringar og ítøkiligar samráðingar í 2022 skrivaðu Hjalmar Kollslíð og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Vitan og kommununa, undir sølu/keyps-sáttmála um matrikkul og ástandandi hús. Hetta hendi seinasta fríggjadagin í gamla og nú farna árinum. Sáttmálakostnaðurin er 450 túsund krónur.

Fyrsti losjubygningurin á Skála er ikki til longur, og fyri nakað nógvum árum síðan ognaði losjan sær gamla missiónshúsið, táið Heimamissiónin smíðaði sær nýggj hús norðari í bygdini. Seinastu árini hevur lítið og onki virksemi verið í húsunum, sum standa sera væl fyri miðskeiðis í bygdini. Í íløguætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2022 var peningur settur av til ”Ungdómshús á Skála”, og í samráðingini, um søluna/keypið millum partarnar, hevur tað verið ein grundleggjandi hugsan hjá báðum pørtum, at matrikkulin nú verður ætlaður at húsa einum bygningi, ið skal rúma aktiviteti sum serliga er ætlaður ungdóminum. Fermetratalið er 772.

Fyrsta stigið er nú tikið og avgreitt, og á fíggjarætlanini fyri 2023 eru tvey hundrað túsund krónur settar av til endamálið. Nú verður farið, saman við fólki í bygdini, at finna fram til hvørji ynskini eru og hvør tørvurin er í mun til eitt aktivitetshús á Skála. Eftir nógv ára fyrireiking fekst tað umsíðir í lag, at eitt tilboð av hesum slagnum sá dagsins ljós eystaru megin við Skálafjørðin – Gula smiðja. Royndirnar haðani kunnu nú brúkast í fyrireikingini til eitt javnsvarandi tilboð vestanfyri – á Skála.

Runavíkar kommuna takkar Losjuni Vitin fyri gott samstarvslag í tilgongdini og nú handilin varð avgreiddur.”