Tíðindaskriv
Maskinmeistararnir hjá SSL og á Jákup Sverra hava fingið nýggjar tríára sáttmálar afturvirkandi frá 1. oktober 2022, tá teir gomlu gingu út, og við gildi til og við 30. september næsta ár. Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum kundi ynskt sær meira, men fegnast um, at Fíggjarmálaráðið hevur víst virðing og eisini flutt seg í teimum mest týðandi málunum hjá felagnum
Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið góðtóku seinnapartin eitt semingsuppskot frá semingsmanninum um sáttmálarnar fyri maskinmeistararnar hjá Strandferðsluni (SSL) og maskinmeistararnar á Jákup Sverra.
Sáttmálarnir gingu út 1. oktober 2022, og við semjuni verða teir endurnýggjaðir sum tríára sáttmálar galdandi til og við 30. september 2025.
Hjá Maskinmeistarafelagnum hava arbeiðstíðarreglur, betri løn fyri úrtíðararbeiði og betri viðurskifti hjá avloysarum verði kjarnumál í samráðingunum um nýggjan SSL-sáttmál, umframt tey generellu lønarkrøvini.
– Vit hava hálað nakað inn á hesum økjum, sjálvt um vit kundu hugsað okkum meira. Men í seming fáa partarnir sjálvandi ikki øll síni krøv ígjøgnum, og vit hava eisini mugað slakað á summum økjum. Tað mest týðandi fyri okkum við hesi semjuni, tá vit hugsað um SSL, er hinvegin, at arbeiðsgevarasíðan vísir, at hon hevur virðing fyri frítíðini hjá maskinmeistarunum, at hon viðurkennir, at teir hava krav uppá greiðari skipan av arbeiðstíðini, og at avloysarar av øllum slag eisini hava krav uppá betri skipað viðurskifti, enn teir higartil hava havt, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Fyri maskinmeistararnar á Jákup Sverra merkir semjan eitt nú, at teir fram eftir beinanvegin fara at fáa fulla samsýning, tá teir røkja fyribilsstarv á hægri stigi, enn teir eru settir til. Higartil hava teir skulað røkt maskinmeistarastarv á hægri stigi í minst eina viku, áðrenn teir kundu krevja somu løn, sum starvið er flokkað til. Fyri fyribilsstarv sum maskinstjóri var markið tó tríggjar dagar, áðrenn tann fyribilssetti fekk maskinstjóraløn.
Partarnir hava gjørt eitt protokollat í sambandi við semjuna um Havstovuna, ið vísir á, at arbeiðagevarin viðurkennir, at umflokkingar eru relevantar, greiðir Arnfinn Bech frá, og hann rósar eisini Semingsstovninum fyri gott handalag.
Deil á Facebook