Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:
Martin Klein Joensen hevur skrivað undir sáttmála galdandi restina av 2025.
Martin hevur leikt við B68 í fyrru hálvu, men hevur valt at koma aftur til Víking, haðani hann hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur.
Vit gleðast um at Martin legst afturat hópinum, og ynskja honum vælkomnum heim.