Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2025 21:21

Markus undirskrivað 2 ára sáttmála við NSÍ

Mynd: NSÍ

NSÍ

Enn ein ungar og evnaríkur leikari hevur knýtt seg til Betri hópin hjá NSÍ. 16 ára gamli Markus hevur seinastu vikurnar vant við Betri hópinum, har hann hevur verið so mikið sannførandi, at ein sáttmáli spurdist burturúr.

Markus er ein sera dugnaligur, tekniskur og skjótur leikari, ið trívist best í álopinum ella á kantinum.

NSÍ’arir eru ikki fremmandir, tá ið talan er um føroysku u-landsliðini, og her er Markus ikki nakað undantak. Hann hevur umboðað bæði U15 og U16 fyri Føroyar.

Tað er verður uttan iva ein frægd at fylgja við menningini hjá Markus í NSÍ, og vit gleða okkum at síggja hann umboða teir gulu og svørtu litirnar í Betri deildini.