Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.11.2023 21:28

Marknaðardagur í bygdahúsinum

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Sunnudagin 19. novembur kl. 15.00 – 19.00 verður marknaðardagur í bygdahúsinum á Strondum.

Marknaðardagurin er sera væl umtóktur bæði millum sølufólk og vitjandi. Seinnu árini hevur verið fullteknað við borðum ið hava selt alskins vørur, og sera nógv fólk hava vitjað marknaðin.

Í ár er einki undantak, tí einir 25 ymiskir básar hava boðað frá luttøku. Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te og okkurt gott til matna.

Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyrireikarnir minna á, um at minnist til at hava reiðan pening við.