Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.02.2023 18:33

Maria Jóhannusardóttir Joensen vald í nevndina hjá FSF

Mynd: B68

Maria Jóhannusardóttir Joensen av Toftum er í dag vald í starvsnevndina hjá FSF.

FSF skirvar at, níggju fólk stillaðu upp til teir tríggjar sessirnar, ið skuldu mannast, og tá avtornaði, vórðu Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vald.

Tað merkir, at fyri fyrstu ferð, síðan felagsskapurin varð settur á stovn í 1979, eru tvær kvinnur í starvsnevndini, sum nú telur sjey fólk.

Starvsnevndin hjá FSF er nú mannað soleiðis: Christian Andreasen, forseti, Róin Schrøter, varaforseti, Rúni Herup Olsen, Fríðin Ziskason, Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen.