NSÍ
Tað er við gleði, at vit í dag kunnu kunngerða, at Margit Magnusdóttir spælir við NSÍ komandi kappingarár. Soleiðis sigur NSÍ á heimasíðun síni.
Margit byrjaði at leika við MB, og seinni við 07 Vestur. Eisini hevur hon leikt við B36 í 6 ár.
Hon er partur av landsliðshópinum, sum er úttikin til Nations League seinni í mánaðinum.
Hon hevur leikt heili 127 dystir í Betri deilduni hjá kvinnum og skora 52 mál.