Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.07.2026 13:40

Malthe til Skála

Skála ÍF skrivar:

Vit eru fegin um at kunna bjóða Malthe Nielsen vælkomnum til Skála!

Malthe kemur til felagið eftir at hava verið knýttur at Kolding IF, har hann hevur vant við besta liðnum og fingið góða dystarvenjing á U19-stigi.

Hann er ein fjølbroyttur spælari, sum fyrst og fremst hevur spælt á verjukenda miðvøllinum, men eisini kann røkja fleiri leiklutir í verjuni. Styrkirnar eru serliga nærdystirnir, luftspælið og tann verjukendi arbeiðsinnsatsurin.

Malthe gleðir seg til nýggju avbjóðingina og sigur soleiðis um skiftið: “Eg gleði meg til at koma í gongd, hitta nýggju liðfelagarnar og geva alt, eg havi, fyri felagið.”

Vit gleða okkum at síggja Malthe í appilsingulu troyggjuni og ynskja honum hjartaliga vælkomnum til Skála