Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2023 14:55

Málningaframsýning á kommunukrivstovuna

Sjóvar kommuna

Nú tað ikki er útidagaveður, so er møguleiki at leita sær inn á kommunukrivstovuna at hyggja eftir málningum hjá Anfríð Djurhuus, og samstundis fáa ein drekkamunn og okkurt leskiligt afturvið 😋

Anfríð verður sjálv til staðar, so tað er møguligt at fáa eitt prát við listakvinnuna.

So vælkomin á kommunuskrivstovuna, Skúlavegur 10 í dag mikudagin 24/5 kl 17-20, og hósdagin kl 17-20.

Framsýningin kemur at hanga uppi eina tíð.

Skrivstovan er opin hvønn yrkadag kl 8-14. Tá eru øll eisini vælkomin inn at hyggja.