Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2026 09:16

Málið móti skiparanum á Galaxy slept

Tíðindaskriv/ Føroya Politi

kæruvaldið hjá politinum í Føroyum hevur slept skuldsetingini móti skiparanum á ferðafólkaskipinum Galaxy. Ákæruvaldið metir ikki, at próvbyrðan kann lyftast og fer tí ikki víðari við málinum.  

Sjóvinnustýrið meldaði málið til politiið í oktober í fjør við umbøn um, at politiið kannaði møgulig brot á reglur, sum Sjóvinnustýrið umsitur. 

Grundað á tilfarið frá Sjóvinnustýrinum og kanningararbeiðið hjá politinum hevur ákæruvaldið tikið avgerð um, at málið ikki verður sent í rættin at avgera. Orsøkin er m.a., at ákæruvaldið metir, at tað ikki ber til at prógva, at hekkuportrið á Galaxy var opið við fráferð úr Havn 1. september 2025. Hetta hóast hekkuportrið var staðfest opið á túrinum til Suðuroyar. 

Niðurstøðan hjá ákæruvaldinum er løgd fyri Sjóvinnustýrið, sum ongar viðmerkingar hevði.