Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2023 17:18

Magnus Rasmussen spyr Høgna Hoydal um góðsking og víðarivirking av laksi

Mynd: Magnus Rasmussen

Spurningar:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingarnar við, at arbeiðspláss eru í vanda fyri at detta niðurfyri í alivinnuni?

2. Nær kann roknast við, at hesar loysnir verða settar í verk?

Viðmerkingar:
Tá tað munandi hækkaða tøkugjaldið var til viðgerðar í Løgtinginum í vár varð víst á stóru avbjóðingina viðvíkjandi framleiðslu av liðugvøru úr laksi, sum økta tøkugjaldið fór at hava á hendan partin av alivinnuni.

M.a. varð víst á, at stórur vandi var fyri arbeiðsplássunum á góðskingarvirkinum á Glyvrum og hvørjar avleiðingarnar kundu verða fyri starvsfólkið, økið har á leið, og so sanniliga eisini á føroyska samfelagið.

Á heimasíðuni hjá KVF stendur 18. september 2023 m.a. at lesa, at nýggju tøkugjøldini taka grundarlagið undan virkseminum hjá Bakkafrosti á Glyvrum og at ivasamt er, um tey 300-400 fólkini á virkinum hava nakað arbeiði eftir 1. januar.

Orsøkin er, at virkið á Glyvrum ikki longur er kappingarført orsakað av nýggju tøkugjøldunum.

Hetta eru ófrættakend tíðindi.

Men tað hevur ligið á ljóði, at landsstýrismaðurin arbeiðir við loysnum á hesum avbjóðingum, og tað er í tí sambandi, at hesin fyrispurningur verður settur.

Á Løgtingi, 19. september 2023
Magnus Rasmussen