Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2023 15:34

Maður dottin niður í fjørðuna, norðanfyri bygdina í Haraldsundi

Mynd: Føroya Politi

Í morgun, stutt áðrenn kl. 09.30 fekk løgreglan boð um, at ein maður var dottin 6 metrar niður í fjørðina, áleið 1 km norður úr Haraldsundi.

Bátur var sendur úr Haraldsundi og Tyrlan bleiv eisini boðsend. Skaddi maðurin bleiv sigldur til Haraldsunds har sjúkrabilur bíðaði.