Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Lyngby Boldklub vann í dag ein 2-1 sigur á FC Midtjylland á Lyngby Stadion. Petur Knudsen var við frá byrjan og leiktir 72 minuttir áðrenn hann var útskiftur fyri Sebastian Koch. Einaferð var hann um reppið at skorað, men málmaðurin hjá útiliðinum bjargaði stútarinum meistarliga.
Sigurin merkir, at Lyngby enn hevur ein møguleika at bjarga sær í Superligaen.
Komandi dystur hjá Lyngby er 14. mai á útivølli ímóti Silkeborg.
