Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.03.2023 17:43

Lyngby vann á FC Midtjylland – Petur á bonkinum

Mynd: Lyngby Boldklub

Lyngby BK vann í dag sera óvæntað 1-3 á útivølli á FC Midtjylland. Við føroyskum brillum, so var tað gleðiligt at síggja, at Petur Knudsen er aftur við í hópinum, eftir ein sera langan skaðasteðg.

Í dag sat hann allar 90 minuttirnar á bonkinum og sá liðfelagar sínar vinna á “úlvunum”. Og síðsta vikuskifti sat hann eisini á bonkinum allar 90 minuttirnar, tók Lyngby BK vann á Brøndby IF.

Í morgin kl. 10.00 verður A-landsliðsúttøka, tá Håkan Ericson skal velja sínar menn til dystirnar ímóti Moldova og Norðurmakedonia. Tá verður áhugavert, at síggja hvørjir útisetar verða við í hópinum, sum verður úttikin.