Fótbóltssamband Føroya
Víkingur, TB, B36 og HB hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Lutakastið verður á Rás 1 sunnudagin klokkan 17:00.
Neyðugt var við longdari leiktíð í trimum dystum, og longdari leiktíð og brotssparkskapping í tí eina, áðrenn hálvfinalulistarnar í ársins steypakapping hjá monnum vórðu funnir.
Fyrsta fjórðingsfinalan varð spæld í Sarpugerði í Norðragøtu mikukvøldið, har Víkingur tók ímóti AB. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 0-0, men í umdystinum setti heimaliðið gestirnar upp á pláss, og vann til endans 3-0.
Neyðugt var eisini við umdysti millum B36 og NSÍ, og í dystinum við Margáir, har EB/Streymur tók ímóti HB. Tá avtornaði vann B36 3-2 á runavíkingum, meðan HB vann 3-1 á sundalagsmonnum.
Størsti spenningurin tóktist tó at vera við Stórá í Trongisvági, har TB og B68 brustu saman. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og tá einki mál kom í umdystinum, var neyðugt við brotssparkskapping, sum tvøramenn vunnu 5-4.
Tað vera tískil Víkingur, B36, HB og TB, sum vera í glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður sunnudagin klokkan 17:00. Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 29. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.
Deil á Facebook