Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.12.2024 10:29

Lusiumorgun við KATA

NLH

Í øllum desemburrokanum kann tað vera gott líka at steðga á eina løtu. Lusiumorgun bjóðar Norðurlandahúsið inn til eina friðaliga løtu við sangbólkinum Kata og siðbundnum “lusekatter”. Øll morgunfólk eru vælkomin 13. desember, kl 8.

Livandi kertur, vakur kórsangur uttan ljóðføri og friður. Hevur tú tørv á einum skáa í øllum jólarokanum, so bjóðar Norðurlandahúsið inn til lusiumorgun við sangbólkinum Kata, ein drekkamunn og heitar “lusekatter”.

Keyp atgongumerki á nlh.fo