Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2023 09:50

Løkshøll karmur um føroyskan felagssang

Mynd: Løkshøll

Sunnukvøldið 12. februar kl. 19 verður Løkshøll karmur um eina løtu við góðum, fjølbroyttum og lívgandi føroyskum felagssangi. Sangskráin verður fjølbroytt, frá tí meiri siðbundna til nýggjari sangir. Sangirnir snúgva seg um ymisk temu í tilveru okkara: Føroyar, náttúruna, kærleika, mannalívið, og várið, sum brátt er í hondum.

Umframt felagssangin fara Jóannes Hansen og Tórbjørn Jacobsen at hugleiða um sang, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.

Sangløtan er stuðulstiltak fyri at savna pening til smágentuliðið Luna hjá Støkk, sum ætlar sær til Danmarkar at kappast á páskum í ár. Genturnar fara at vísa estetisku fimleikaseriuna í teirra vøkru draktum.

Kostnaður er 100 kr. Atgongumerki fáast til keyps við dyrnar.

Kom og njót eina løtu við felagssangi, sum er stimbrandi fyri sál og sinn!