Fyrr í dag kom so skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, innum 12 fj., sum forboð var sett fyri fyri nøkrum døgum síðani. Fyri løtu síðani fór skipið gjøgnum Djúpuni uttanfyri Leirvík. (Sí video)
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til Landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal fyri at vita, hvat nú hendir. Hann sigur við Eysturoyarportalin, at tað er løgreglan, ið nú skal handla. Hann sigur, at teir eru umborð á Tjaldrinum, sum eltir John Paul de Joria.
Eysturoyarportalurin hevur eisini vent sær til fútan, sum sigur, at sum nú er, so verður skipið ikki tikið, men at fylgt verður við, hvat víðari fer at henda. Tjaldrið siglur aftaná, og dokumenterar hvat skipið ger osv.
Spurt um nær skipið kann verða tikið, sigur løgreglan at tað fer tíðin at vísa.
Eysturoyarportalurin tók video, tá ið John Paul de Joria fór gjøgnum Djúpuni.
Deil á Facebook